Other cover

Ormurin Langi Paroles

Týr Faroese

Album Other

Paroles de Ormurin Langi

Viljið tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

[Chorus]
Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Knørrur var gjørdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjútti alin og fýra til,
var kjølurin millum stevna.

[Chorus]

Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
"Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi."

[Chorus]

"Einar skalt tú nevna meg, [Chorus]

"Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara."

[Chorus]

Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.

[Chorus]

Einar spenti triðja sinni,
ætlar jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.

[Chorus]

Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg undrar:
"Hvat er tað á mínum skipi,
so ógvuliga dundrar ?"

[Chorus]

Svaraði Einar Tambarskelvir
kastar boga sín
"Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín !"

[Chorus]

Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir leggi í minni !

[Chorus]